Ein mánaða eftir fyrstu evropeisku dystrnar hjá StÍF hesa øldina er tað greitt, at høvuðsvenjarin hjá liðnum skjótt verður fortíð hjá felagnum.
Portalurin hevur í dag fingið upplýst, at Jesper Bak í vikuni hevur boðað StÍF frá, at hann ynskir at vera loystur úr starvi.
Jesper Bak hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í tvey ár, umfamt at hann er kring elstu dreingjalið felagsins.
Tíðindini eru ikki endaliga váttaði enn, og tað er ikki greitt, júst nær Jesper Bak fer av Skálafjørðinum.
40-ára gamli danin stóð á odda í dag, tá StÍF tapti 37-31 í Hoyvík. Menninir hjá StÍF hava tapt fýra av sínum sjey dystum í tøttu Burn-deildini men hava ein spennandi og, í stóran mun, ungan hóp.
Jesper Bak hevur eisini verið tilknýttur at HSF sum ungdómslandsliðsvenjari - seinast hjá U08 monnum. Sum skilst heldur hann heldur ikki fram har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald