Hondbóltur

Stinni málverjin: - Tað merkir bara meira at spæla fyri Føroyar

Annika Fríðheim Petersen er fryst úti í danska felagnum og hevur ligið við hálsbruna síðstu dagarnar: Í kvøld tók hon tólv skot, tá kvinnurnar vunnu seg til triðja endaspælið á rað. - Ikki gingið upp fyri mær enn, og verið heilt rørd tá eg hugsi um, at hetta er seinasti dystur hjá Bjartu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-08 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tólv bjargingar, svarandi til beint undir 40 prosent av skotunum, teir umleið 45 minuttirnar, hon var inni i 35-30 sigrinum á Íslandi.

Hagtøl frá dystinum

Eins og í Portugal í mars kom Annika Fríðheim Petersen inn, og framdi eitt megnaravrik fyri Føroyar. Hesaferð rakk tað til søtan sigur móti Íslandi, og júst tað at spæla fyri Føroyar merkir bara meira, staðfestir málverjin, sum vegna sáttmálstøðu í Aalborg ikki sleppur á vøllin har.

Tað kunnu tey í danska felagnum angra. Í kvøld vísti Annika sínar dygdir á altjóða pallinum - mitt  meðan hon stríðist við hálsbruna.

- Eg havi fyri tað mesta ligið í songini seinastu dagarnar og eisini roynt at lisið uppá íslendsku skjúttarnar. Pensilinið hjálpti tó, og eg hevði ikki meldað meg tøka, uttan so eg visti, at eg kundi gera mun. Tí annars kundi Gylta (Djurhuus á Neystabø jú væl spælt)

Hoyr eisini Anniku seta orð Bjartu Johansen og EM ovast.

Sí eisini: Føroyar løgdu gestirnar á ís og skulu til enn eitt EM-endaspæl



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder