Fótbóltur

Stjórin í Adidas: Pláss má eisini vera fyri øðrum ítróttargreinum

Kasper Rørsted, forstjóri hjá Adidas, sigur seg halda lítið um uppskotið at hava HM í fótbólti annaðhvørt ár.

– Eg haldi lítið um eitt HM í fótbólti, sum verður hildið annaðhvørt ár, sigur forstjórin í Adidas (Mynd: EPA)

– Eg haldi lítið um eitt HM í fótbólti, sum verður hildið annaðhvørt ár, sigur forstjórin í Adidas (Mynd: EPA)

2021-10-17 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altjóða fótbóltsssambandið Fifa kannar nú møguleikan at skipa fyri HM í fótbólti oftari, so tað framyvir verður annaðhvørt ár í staðin fyri fjórða hvørt ár, og í hesum sambandi hava nógv innan fótbóltsheimin gjørt vart við sína ónøgd um hetta.

Hjá Adidas, ein av stóru stuðlunum hjá Fifa, fegnast tey heldur ikki um hugskotið um at skipa fyri HM oftari.

Tað sigur Kasper Rørsted, forstjori hjá týsku fyritøkuni.

– Eg haldi lítið um eitt HM í fótbólti, sum verður hildið annaðhvørt ár. Har er ein evropeisk kapping her, og eitt Copa América í Latínamerika. Mann eigur eisini at lata pláss vera eftir til onnur ting.

Sambært The Guardian leggur hann afturat, at hóast hann sjálvur er íðin fótbóltsfjeppari, eiga aðrar ítróttargreinar eisini at verða vístar í sjónvarpinum.

Seinasta HM-kappingin hjá monnum var í Russlandi í 2018, tá Frakland gjørdust heimsmeistarar. Næsta HM-kappingin verður í Katar komandi ár.

Les eisini: Hjá IOC eru tey ivasom um uppskotið hjá Fifa

placeholder
placeholder