
Eins og undan fyrra HM play-off dystinum millum Føroyar og Norðurmakedónia í fjør, verður upphiting í OY á Hálsi í sambandi við serstaka heimadystin móti Niðurlondum mikukvøldið 12. mars.
Tá var stutt til høllina, har manslandsliðið spælir. Nú tosa vit um væl longri tein, men fyriskipararnir, sum eru stórstuðlarnir hjá Hondbóltssambandi Føroya, hava syrgt fyri farti. Mouritsen's bussar koyra ókeypis niðan til Tjarnir. Hetta millum 18 og 19.
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Niðurlond byrjar klokkan 19 mikukvøldið. Upphitingartiltakið í OY byrjar tríggjar tímar áðrenn og varir til klokkan 16 og skal fáa lív í føroysku fjøldina.
Til tiltakið fer Hans Ravnsfjall at spæla.
Mynd: Føroya Banki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald