Hondbóltur

Stór upphiting undan heimadystinum móti Norðurmakedónia

Endurnýta uppskriftina frá Berlin við Eyðun & Terja, RSP og andlitsmáling. Tiltakið verður í OY og byrjar tríggjar tímar áðrenn HM-undandystin á Hálsi mikudagin 8. mai.

Gott lag var í týska høvuðsstaðnum í januar, har stórar upphitingar eisini settu dám á føroyska lagið. Í næstu viku skipað stórstuðlar hjá HSF fyri stórari upphiting í samband við HM play-off dystin móti Norðurmakedónia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gott lag var í týska høvuðsstaðnum í januar, har stórar upphitingar eisini settu dám á føroyska lagið. Í næstu viku skipað stórstuðlar hjá HSF fyri stórari upphiting í samband við HM play-off dystin móti Norðurmakedónia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-30 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í teimum kátu Berlin-døgunum í kuldanum í januar savnaðust túsundtals føroyingar um hondbóltsmenninar. Sum upphiting til teir tríggjar EM-dystirnar hjá Føroyum skipaðu fleiri stórstuðlar fyri stórum upphitingartiltaki í týska høvuðsstaðnum.

Har var millum annað andlitsmáling og heilt gott lag. Føroyskir tónleikarar settu sín dám á. 

Nú verður hendan uppskriftin endurnýtt. Hetta skrivar berlin.fo á serstøku heimasíðuni.

Tað eru Føroya Banki, Wenzel, Effo og Atlantic Airways, ið skipa fyri upphiting í OY áðrenn týðandi dystin móti Norðurmakedónia, mikudagin 8. mai.

Eins og í Berlin, fara Eyðun & Terja og RSP at hita upp við tónleiki á pallinum og faa lív í fjøldina. 

[object Object]
[object Object]Eyðun og Terji á pallinum og túsundtals glaðir og spentir føroyingar í Kreuzberg í Berlin. Í næstu viku verður upphiting tætt við høllina á Hálsi, nú Føroyar aftur royna at spæla seg til eitt endaspæl (Myndir: Sverri Egholm)

Andlitsmáling verður at fáa. Fyrireikararnir boða eisini frá ókeypis atgongd á Falkavegi 4, um ein er í einari føroyskari landsliðsblusu.

Sambært berlin.fo kemur ein sonevnd fjepparaætlan til sjálvan dystin, og "after party" verður í OY aftaná.

Vinna Føroyar samanlagt á Norðurmakedónia í næstu viku, so skulu hondbóltsmenninir spæla HM-endspæl í januar 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder