Liverpool, Manchester City og Tottenham komu øll frá byrjan við sigrum. Tað var sannførandi hjá liðunum, ið stríddust um meistaraheiti til tað síðsta í fjør, meðan Tottenham hevði tógvið stríð av uppflytarunum, Aston Villa. Tvey Harry Kane-mál til endans gjørdu tó munin.
Í dag skal Arsenal royna at fáa eina góða byrjan; spenanndi liðið hjá Unai Emery er favorittur í Newcastle, ið hevur havt eitt summar við rumbli. Tann dysturin, eins og dysturin í Leicester, byrjar nú klokkan 14.00.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/08/11/615x455/h55389466.jpg)
(David Luiz er nú Arsenal-leikari - Mynd: EPA)
Á pappírinum størsti dysturin í umfarinum byrjar klokkan 16.30. Tað eru tó tvey lið við nógvum spurnarteknum knýtt at sær, ið hittast.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/08/11/615x455/h55155346.jpg)
(Ole Gunnar Solskjær fer undir sítt fyrsta fulla kappingarár sum United-venjari - Mynd: EPA)
Manchester United megnaði ikki at røkka topp-fýra í fjør, og ivasamt er, um liðið er nóg gott at røkka hesum í ár heldur. Tað eydnaðist ikki at styrkja um miðvøllin og álopskenda partin, áðrenn flytingarvindeygað stongdi, og Paul Pogba tykist ikki at ynskja at spæla fyri felagið longur. Venjarin hevur mestum bara royndir á økinum í Noreg, og hóast eina góða byrjan hjá Solskjær, so gekk tað skjótt og ógvusligt niðureftir seinastu mánaðirnar áðrenn summarsteðgin. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/08/11/615x455/lamps--solskja.jpg)
(Teir eru báðir legendur sum leikararí sínum feløgum, men hava nógv at prógva sum venjarar)
Frank Lampard hevur bert eitt ár sum høvuðsvenjari; nú hevur hann fingið handað møguleikan at standa odda fyri sínum gamla felagið. Hann var nær við at føra Derby upp í Premier Legue; nú er avbjóðingin at standa á odda fyri einum liðið, sum hevur mist Hazard, og sum ikki hevur fingið keypt inn í summar. Chelsea er, eins og United, á pappírinum veikari enn oddaliðini frá í fjør, men liðini skulu nú prógva, at tey kunnu vera við.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/08/11/615x455/h55353925.jpg)
(Frank Lampard er aftur í Chelsea - hesaferð er hann ovasti maður á brúnni - Mynd: EPA)
Dysturin í dag kann gerast ein nýggj góð byrjan fyri Lampard ella Ole Gunnar Solskjær, ið áður hava dystast ímóti hvør øðrum fyri hesi feløgini
Premier League 1. umfar
11/8:
14.00:
Leicester - Wolves
Newcaslte - Arsenal
16.30:
Manchester United - Chelsea
9/8:
Liverpool - Norwich 4-1 (4-0)
Sjálvmál 1-0
Mohammed Salah 2-0
Virgil Van Dijk 3-0
Divock Origi 4-0
Teemu Pukki 4-1
10/9:
West Ham - Manchester City 0-5 (0-1)
Sjálvmál 0-1
Raheem Sterling 0-2
Raheem Sterling 0-3
Sergio Aguero (br.) 0-4
Raheem Sterling 0-5
Bournemouth - Sheffiel United 1-1 (0-0)
Burnley -Southampton 3-0 (0-0)
Crystal Palace - Everton 0-0
Watford - Brighton 0-3 (0-1)
Tottenham - Aston Villa 3-1 (0-1)
John McGinn 0-1
Tanguy Ndombele 1-1
Harry Kane 2-1
Harry Kane 3-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald