Leygardagin bjóða Lundapisurnar, ein partur av Eydnudeild Føroyar, øllum til eitt brak av einum hondbóltstiltaki, tá Eydnucup 2026 verður hildið í høllini á Hálsi í Havn.
Hetta er 3. ferð, at Eydnucup verður hildið í Føroyum, fyrstu ferð var í 2022, og er tiltakið vaksið seg størri hvørja ferð.
Ikki færri enn 110 hondbóltsstjørnur fara at stuttleika sær saman henda dagin. Stevnan fær vitjan úr øllum Føroyum, Danmark, Grønlandi, og eisini úr Glucksliga úr Týsklandi luttaka stjørnur og viðhaldsfólk.
Gott lag og samanhald mynda dagin, sum verður fyltur av gleði, high fives, tónleiki, poppkorni, slush-ice og øllum tí, sum bara hondbóltur á Eydnudeildarstøði kann bjóða. Byrjað verður klokkan 10 og helmað verður ikki í, fyrr enn síðsti dystur er spældur umleið klokkan 17, tá ið Jens Marni sleppur at rokka saman við hondbóltsstjørnunum.
Hetta verður samstundis startskotið hjá teimum gott 300, sum skulu til gallaveitslu í Dansifrøi. Tá ið tey hava pussað sær dansiskógvarnar og latið seg í veitsluklæðini, verða tey boðin at seta hár og leggja sminku, áðrenn veitsludøguðrin verður borðreiddur og boðið verður til dans.
Lundapisurnar bjóða øllum at koma við til tiltakið í høllini, sum er ókeypis. Størsta upplivingin av slíkum slag í Føroyum nakrantíð.
Um ein hevur hug at vera partur av toyminum, sum gevur okkara hondbóltsstjørnum eina risa uppliving henda dagin, er eisini møguleiki fyri tí. Tit kunnu seta tykkum í samband við Morten Hust Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald