Hondbóltur

Stórt føroyskt hondbóltskvøld við Tjarnir, á Portalinum og á FM1

Føroyar taka ímóti favorittunum í bólkinum Montenegro við væl yvir 2000 føroyingum. FM1 hevur upptakt frá klokkan 18 við gestum, síðani frásøgn og Portalurin fylgir gongdini alt kvøldið.

Jana Mittún og hinar eru til reiðar við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún og hinar eru til reiðar við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-18 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FM1 og Portalurin ger sjálvandi nógv burturúr stóra landsdystinum í kvøld.

Føroysku kvinnurnar skulu royna at fylgja upp uppá søguliga og flotta sigurin í Íslandi mikukvøldið. Til tess er eitt megnar avrik móti Montenegro kravið.

Sí eisini: Íslendingar boyggja seg: Føroyar vóru bara betri

Montenegro vann EM-bronsu í 2022 og hevur nógvar sterkar spælarar; millum annað spælarar sum spæla í stórfeløgum í heimlandinum ella í Rumenia og í Champions League.

Føroyar hava ein Champions League-spælara, Pernille Brandenborg, sum eisini hevur altjóða hædd. Føroysku kvinnurnar skulu gagnnýta sína ferð, sítt snildni, vera seigar og standa ímóti trýstinum hjá gestunum.

[object Object]
Føroysku kvinnurnar sluppu framvið teimum íslendsku og tóku týðandi stigini mikukvøldið - hetta var perfekta byrjanin uppá undankappngina hjá Súnu Krossteig Hansen og hinum.


Samrøða við Elsu Egholm

Trýstið at fáa stig er ikki eins stórt í kvøld sum í 1. umfari, men um tað skal vera móti Montenegro, so skal tað helst vera í heimadystinum.

Um hugt verður eftir atgongumerkjunum, so eru nakað yvir 2.000 farin, og helst verða fleiri seld í dag.  Hetta kann geva nógv - sum Maria Pálsdóttir Nólsoy eisini vísti á í gjár, so er tað nakað serligt hjá teimum at spæla við Tjarnir.

Sjálvsálitið eigur eisini at vera stórt í unga føroyska hópnum, og harvið fyritreytarnar góðar - hóast ein broyting er gjørd vegna skaða.

Myndir: Hugagóður hópur undan fyrsta heimadystin í undankappingini.

Byrja at senda klokkan 18
FM1 og Portalurin ger sjálvandi nógv burturúr stóra landsdystinum. 

Vit vóru einasti miðil á staðnum í Íslandi og fylgja gongdini alt kvøldið við Tjarnir. Hetta við beinleiðis bloggi á Portalinum - við myndum og støðudagføringum og síðani samrøðum og myndarøð.

FM1 sendir upptakt frá klokkan 18. Tá er Pætur Nolsøe til reiðar á svalanum saman við Teituri Joensen. Teir fara eisini at siga frá dystinum klokkan 19. Eisini hava vit samrøður og gestir - so sum skøddu Karin Egholm.

[object Object]Pætur Nolsøe sigur frá Føroyar - Mongenegro (Mynd: Sverri Egholm)

Lurta eftir FM1 her

2. umfar í undankappingini til EM 2026 
Leygardagin 18. oktober
19.00: Føroyar - Montenegro

Støðan eftir 1. umfar:
1. Montenegro 2 stig
2. Føroyar 2 stig 

----------------
3. Ísland 0 stig
4. Portugal 0 stig

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder