
Tað eru aftur Kyndil og H71, sum eiga stóra hondbóltspallin í dag. Tað kann í roynd og veru gerast seinastu dagur hesumegin summarið, at føroysk feløg spæla kappingardystir.
Hetta er tó bert galdandi, um kvinnurnar hjá H71 vinna. Tær hava vunnið báðar finalurnar á liðnum, sum annars hevði vunnið allar dystirnar hetta kappingarárið - og so at siga allar í 2023/2024. Kyndil skal í dag finna nakað annað fram, enn tað liðið hevur víst í teimum báðum fyrru finalunum, har hoyvíkskvinnur hava verið omaná so at siga allan vegin.
Hjá monnum var stórur munur í eini 55 minuttir í Hoyvík mikukvøldið, tá H71 javnaði til 2-2 í dystum. Kyndil fekk als ikki handfarið Brian Slyne og nógvu ferðina, sum hoyvíkingar spældu við. Teir í grønum høvdu annars við tveimum sterkum sigrum á rað sett seg í eina góða støðu til fyrsta FM-heitið í 18 ár.
H71 hevði tamarhald á Tobias Thisen í 1. hálvleiki mikukvøldið - spælskiparin endaði tó við at skjóta tólv mál, og er hann helst lykilin í dag. H71 skal aftur royna at lata vera við fáa tað til ein dyst við alt ov nógvum beinleiðis fysikki (Mynd: Sverri Egholm)
Leygardagin 3. mai á Hálsi
3. FM-finalan hjá kvinnum (møguliga avgerandi):
15.30: Kyndil (0) - H71 (2)
5. FM-finalan hjá monnum (púra avgerandi):
18.00: Kyndil (2) - H71 (2)
Spælt verður best av fimm/fyrst upp í trý
Hjá kvinnum hevur Kyndil vunnið trý tey seinastu steypini: Steypakappingina tvey tey seinastu árini og FM 2024. Áðrenn Kyndil varð greipuvinnari í 2024, var H71 greipuvinnari í 2023, og hevði tá tað kappingarárið vunnið fýra av teimum seinastu seks steypunum hjá kvinnum. Nú snýr tað seg um, hvør tekur ræðið.
Hjá monnum hevur H71 trý FM á rað, og kann - sum tað fyrsta liðið hjá monnum síðani Kyndil síðst í 80'árunum og fyrst í 90'unum - vinna fýra ár á rað. H71 hevur eisini vunnið fimm av teimum seinastu seks steypakappingunum og kann veruliga staðfesta sítt ræðið. Kyndil skal hinvegin royna at koma aftur á ovastu rók. Mest vinnandi felagið á manssíðuni vann seinast eitt føroyameistaraheitið í 2007.
Lagt er upp til ein ógvuliga spenanndi dag á Hálsi. Kyndil hevur syrgt fyri at rulla 500 eyka áskoðarapláss fram.
Til ber at fylgja gongini ovast á portal.fo. Finalurnar kunnu stroymast á live.hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald