Annað

Stórur spenningur í tvíspor

Undan kappingini í Havnardali í dag, sum er tann næstseinasta í kappingarárinum, hava fimm ross møguleikan at vinna FM í Tvíspor vaksin.

2025-08-16 13:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað man ikki vera komin fyri fyrr, at so nógv ross hava møguleika at vinna FM, tá bara tvær kappingar resta í. Men støðan í Tvíspor vaksin, er at Sirkill (Ranja H. Djurhuus) hevur 14 stig, Svanna (Barbara R. Mouritzen) og Silfá (Ása Bárðardóttir) hava 13 stig og so hava Grani (Hallur Hansen) og Bragi (Alberg Lútzen) 11 stig. Sostatt hava øll hesi rossini undan kappingi í dag, møguleikan at vinna FM.

At spáa um, hvør vinnur í dag er vónleyst. Men á ólavsøku vann Grani rættiliga greitt, so kanska hevur guli hesturin sum Andrias Lútzen eigur, ein fyrimun á langa bananum í Havnardali.

Tvíspor Ung er eisini ein spennandi bólkur. Har er tað Thor (Sólrun Lútzen) sum kappast við Kiljan (Simona Tornby um FM, tey hava ávíkavíst 19 og 17 stig.

Travkappingin er enn meira spennandi, har hevur Gígur (Simona Tornby) 13 stig, Dropi (Lív Djurhuus) 12 stig og Doran (Fía Nolsøe) 11 stig. Men har er kanska eisini væntandi at Grettir (Ranja H. Djurhuus) sum er fleirfaldur føroyameistari, kann gera um seg á degnum.

Í skeiðkappingini er javnt millum Brúna (Jóannes Debes) og Stíg (Randarsól Heinsen) teir hava báðir 17 stig, so har kann alt henda.

Tøltkappingin er ikki minni spennandi, Brynjar (Regin Johannessen) hevur 18 stig, Tango (Silja G. Eystberg) hevur 17 stig og Strákur (Bárður Johannesen) 13 stig.

Kappingin er í dag, leygardag klokkan 15 á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.

Ríðisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder