Hondbóltur

Stroyming: Til ber at keypa atgongd til avgerandi bólkadystin hjá Føroyum

Hetta á handball-globe.tv. Dysturin sæst eisini á Viaplay. Føroyar og Noreg spæla klokkan 9.15 í Kina.

Føroysku kvinnurnar vunnu á Kroatia hósdagin og kunnu skriva søgu aftur í dag (Mynd: IHF / Kolektiff / Sasa Pahic Szabo)

Føroysku kvinnurnar vunnu á Kroatia hósdagin og kunnu skriva søgu aftur í dag (Mynd: IHF / Kolektiff / Sasa Pahic Szabo)

2026-06-27 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinna Føroyar í morgun, so er plássið í miðumfarinum í U20 HM tryggjað.

Talan verður tó um eina torføra uppgávu móti Noreg. 

Sí eisini: U20 HM: Føroyar spæla avgerandi dyst móti Noreg leygarmorgunin

[object Object]
Støðan undan 3. og seinasta umfari. Bæði Noreg og Føroyar hava vunnið á Kroatia og tapt móti Japan - tær norsku tó við betri málúrttøku

Dysturin byrjar nú klokkan 9.15 føroyska tíð. í Kina, har uppgerðin er, verður klokkan 16.15, tá avgerandi dysturin um 2. plássið í bólkinum byrjar.

Tað er handball-globe.tv, sum vísir dystin. Hetta fyri eitt gjald á 8 evrir - umleið 60 krónur.

Til ber at keypa atgongd til Føroyar - Noreg her

Viaplay vísir eisini dystir við norskum viðmerkjarum (V sport1). Neyðugt er við brúkara á stroymingartænastuni.

G.G: Í løtuni síggja tað út til at vera ávísar avbjóðingar við handball-globe.tv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder