
Í gjárkvøldið gjørdist endaliga greitt, hvørji 24 lond skulu við til EM-endaspælið í Noreg, Danmark og Svøríki í januar 2026.
Tað er nú eisini endaliga greitt, hvussu liðini eru styrkismett til lutakastið. Vegna 1. plássið í undanbólkinum eru Føroyar í fínum samlagi
Pottur 1: Frakland, Danmark, Svøríki, Týskland, Ungarn, Slovenia
Pottur 2: Portugal, Noreg, Ísand, Kroatia, Spania, Føroyar
Potttur 3: Eysturríki, Niðurlond, Montenegro, Kekkia, Pólland, Norður Makedónia
Pottur 4: Georgia, Serbia, Sveis, Rumania, Ukraina, Italia
Í EM-endaspælinum eru seks bólkar við fýra liðnum í hvørjum. Man trekkir eitt land úr hvørjum av hinum løgunum (pottunum).
Harvið kunnu Føroyar ikki koma í bólk við Portugal, Noreg, Ísland, Kroatia og Spania.
Føroyar kunnu heldur ikki enda í bólki við Danmark, Svøríki og Týskland. Hetta tí at Danmark og Týskland longu eru staðsett í egnum londum sum vertstjóðir, og Týskland er staðsett í Danmark - eins og Føroyar eru í Noreg. Vertstjóðirnar kundu velja sær eitt lið afturat sær at spæla í landinum.
Harvið eru nú góðir møguleikar fyri at raka eitt gott lutakast. Millum annað hava Føroyar vunnið á trimum av teimum seks liðunum í styrkisbólkinum undir sær, spælt javnt móti Montenegro og spælt tættar dystir móti Póllandi og Eysturríki. Úr 4. bólkinum vildu Føroyar avgjørt verið favorittar móti onkrum av liðnum - úr potti eitt snýr tað seg um at sleppa undan Fraklandi.
Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki skulu spæla meginumfar, sum eru fýra dystir afturat.
Spæla frá 16. januar - lutakastið verður hósdagin
Føroyar spæla sínar bólkadystir í Bærum, sum er í Oslo-útryðuni. Dystardagarnir eru 16., 18. og 20. januar. Um tað eydnast at spæla seg víðari, so verður talan um fýra dystir í Malmö (Svøríki) 23.-28. januar 2026.
Lutakastið um bólkabýti til EM-endaspæið í manshondbólti í 2026 verður nú hósdagin, 15. mai, í Herning.
Sí eisini: Føroyar bjóðaðar til stóra EM-fyrireikingarkapping
Dagført: 12.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald