
Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen settu í morgun hol á túrin at súkkla til allar bygdir í Føroyum upp á 48 tímar.
Í morgun hava teir súkklað umleið 76 kilometrar og 1968 hæddarmetrar í Suðuroynni. Úr Sumba til Sandvíkar. Nú eru teir í báti á veg til Dals, og súkkla seinnapartin 39 kilometrar og 713 hæddarmetrar áðrenn leiðin gongur úr Skopun til Gomlurætt.
Síðani verður súkklað av Gomlurætt til Gásadals, har endað verður umleið á midnátt.
Aftur í morgin verður súkklað, og byrjað verður í Fugloynni og endað verður mikumorgunin á Vaglinum.
--
Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467.
-
Ken Bærendsen, Jákup Petur Eliassen og Flóvin Eidesgaard í Vági (Mynd: Bjarni Johansen)
-
Við á túrinum í morgun eru nøkur sum hava súkklað við. Eitt nú Bára Krosslá Mortensen og Flóvin Eidesgaard (Mynd: Jákup Petur Eliassen)
-
(Mynd: Jákup Petur Eliassen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald