Súna Krossteig Hansen er í gongd við seinastu tíðina í Skanderborg, har hon skal royna at vera við at bjarga liðnum plássið í bestu donsku deildini, áðrenn leiðin gongur til Montenegro.
Og í 2026 hevur gingið fínt hjá føroyska bakspælaranum og liðið hennara. Skanderborg er ikki longur niðast - í gjár vann Skanderborg lykladyst í Ringkøbing.
Ringkøbing var annars á odda í steðginum, men í tætta dystinum var útiliðið omaná og vann 30-28.
Súna skoraði fleiri týðandi mál, og føroyingurin skeyt eisini flest mál í dystinum: Seks.
Kviki føroyingurin er eisini skrásett fyri eitt upplegg og eitt vunnið brotskast.
Rakul Wardum var bert inni til eitt brotskast, so tað gjørdist ikki veruliga ein føroyingauppgerð. Stephanie Christensen bjargaði 14 skotum, so føroyski landsliðsvmálverjin slapp ikki veuliga framat.
Sigurin hjá Skanderborg merkir, at tvey stig eru niður til Bjerringbro, sum er niðast í Kvindeligaen. Tvey stig eru upp til Rakul og Ringkøbing.
Sí eisini: Jana og Viborg víðari í Evropa
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald