Porto,Portogal (Portalurin): Súna Krossteig Hansen er, sambært Handballstatz, tann føroyska kvinnan við triðfest landsdystum. 25-ára gamla havnarkvinnan spælri, um alt gongst sum væntað, sín dyst nummar 50 í Montenegro 12. apríl, tá síðsta umfar í hesari EM-undankappingini er á skránni.
Um alt gongst sum ætlað hjá føroyska liðnum, so er plássið í EM-endaspælinum í desember tryggjað, tá Súna K. Hansen spælir dyst nummar hálvthundrað. Hon hevur verið við á allari ferðini, og trý endaspøl á rað ljóðaðu ógvuliga ósannlík fyri nøkrum árum síðani.
- Tá hevði eg ongantíð trúð hesum. Men vit hava flutt okkum nógv.
![]()
Súna Krossteig Hansen (t.v) og
Í morgin skulu vit hugsavna okkum um allar uppgávurnar, og spæla betri álopsspæl enn móti Portugal við Tjarnir. Hetta við millum annað flyta bóltin skjótari, staðfestir Skanderborg spælarin.
Hoyr samrøðuna við føroyska bakspælaran ovast
Føroyar og Portugal spæla í morgin. Portalurin og FM1 eru á staðnum og siga millum annað frá og hava beinleiðis blogg, við myndum, undir dystinum sunnudagin klokkan 17. Samrøður og annað vera eisini á staðnum
Sí eisini: EM-pláss er uppá spæl í Portugal
Á gáttini til enn eitt endaspæl: Landsliðið fyllur meira og meira og samanhaldið er serstakt
----------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig
Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
17.00:
Montenegro - Ísland
Portugal - Føroyar
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald