Éftir tvey smøl føroysk tap í dystunum um 9. - 16. pláss, skulu Føroyar spæla um 15. plássið í U18 EM-endaspælinum morgin.
Dysturin verður móti Póllandi, sum Føroyar í evstu løtu stríddu seg til javnleik ímóti í miðumfarinum.
Sí hendingina og dramatisku løtuna millum Føroyar og Póllandi (35-35) fyrr í vikuni niðanfyri:
Les eisini: Vill vend tryggjaði eitt stig og helt lív í vónini um føroyskt fjórðingsfinalupláss
Hetta er samstundis stríðið um seinasta evropeiska plássið til U19 HM næsta ár: Topp-15 fáa atgongmerki til eitt endaspæl í 2027 eisini.
Hetta vilja føroyingar ógvuliga gjarna, tað var høvuðsmálið undan kappingini, eins og hjá 06- og 07-árgangunum. Teir hava megnað hetta tvær ferðir nú.
Føroyar hava hvílidag í dag og spæla avgerandi dystin í morgin, sunnudagin 9. august, áðrenn heimferð er.
Dysturin byrjar klokkan 11 og sæst beinleiðis óg ókeypis á Portalinum - við føroyskum frásøgufólki. Frásøgn hoyrist eisini á FM1
Les eisini: Nú hevur Boas yvirhálað systkinabarnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald