Lýsingarnar kosta umleið átta milliónir krónur fyri hvørji 30 sekund. Tað er ein dagur, har umleið ein triðingur av øllum íbúgvunum í USA hyggja - og fáa eina rúgvu av kyllingavingjum, pizza og øðrum niður í seg.
Super Bowl er ein risastórur dystur: Tann størsti einstaki ítróttardagurin í USA á hvøjum ári, og fleiri og fleiri fólk kring heimin fylgja við.
Tað er bæði ítróttur og "show". Charlie Puth syngur tjóðsangin (Star Spangled Banner), sum endar við at fleiri stór flogfør flúgva omanfyri. Í steðginum er tað Bad Bunny, sum framførir. Nakað sum hevur skapt fitt av ónøgd í USA, tí hip-hop'arin og rapparin úr Puerto Rico bert framførir á sponskum.
Tvey lið skulu eisini framføra: New England Patriots og Seattle Seahawks. Fyrrnevnda er javnsett tað mest vinnandi felagið í Super Bowl-søguni (6 finalusigrar) og hevur eisini verið oftast í Super Bowl. Eftir ein aldudal, síðani Tom Brady fór úr felagnum og Bill Belichick eisini gavst, er eitt yngri lið aftur við fyrrverandi verjulegenduni Mike Vrabel sum venjara.
Seattle Seahawks vann Super Bowl stórt í 2014 men tapti eina dramatiska finalu móti júst New England Patriots árið eftir. Nú er liðið úr statinum Washington aftur og skal royna at løna Patriots tapið aftur. Stera verjan, Sam Darnold og hinir standa sum lítlir favorittar hjá veddingarfyritøkum og viðmerkjarum - hetta eftir flott ár og endaspælssigrarnar á Los Angeles Rams og San Francisco 49'ers.
Finalan í kvøld/í nátt verður spæld á heimavølli hjá júst San Francisco 49'ers - á Levi's leikvøllinum við plássi fyri 68.500 áskoðarum.
Super Bowl nummar 60 í røðini byrjar klokkan 23.30 føroyska tíð. Stóra finalan sæst millum annað á TV2 og TV2 Play, umframt stroymingartænastuni Dazn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald