2025-09-21 19:43

Fríggjakvøldið varð kappast í FM í býarkoyring, hesaferð í einum av nýggjaru býunum í Føroyum – á Toftum.
Í alt 14 luttakarar vóru í kappingini, sum varð koyrd á havnalagnum á Toftum.
Koyrt var runt eina leið, sum var einar 1.200 metrar í 45 minuttir og síðani 3 umfør.
Fýra teir fremstu menninir fylgdust allan vegin, men Pauli dróg longsta stráið.
Teir komu á mál soleiðis:
1. Pauli Poulsen, Troy, 52,09 min.
2. Bergtór Tórsteinsson, Norðstrok, 52,09 min.
3. Helgi Winther Olsen, Fjallasúkklufelagið, 52,35 min.
4. Hilmar Hansen, Norðstrok, 52,35 min.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald