
Talan gjørdist um ein sannan gysara í finaluni í býarsúkklingini hjá kvinnum seinnapartin.
Føroyar høvdu eitt umboð við, og hon endaði við tí fínasta heiðursmerkjunum.
Súsanna Skylv Sørensen hevur vunnið tvey silvur fyrr í vikuni, og í dag varð hon fremst.
Hetta var í ógvuliga tættari kapping við tvær av Guernsey. Sambært almennu tíðunum vóru bert tveir hundraðpartar á muni millum nummar eitt og trý: Súsanna hevði tíðina ein tíma og 24 hundraðpartar, meðan Hannah Kennedy og Pippa Inderwick høvdu tíðina 01.00.26.
Skíggjamynd: orkney2025results.com
Súsanna Skylv eftir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang
Ein ógvuliga spennandi súkklukapping, sum havnarkvinnan vann. Hetta er møguliga fyrstu ferð, at ein kvinna vinnur gull í súkkling á Oyggjaleikum. Hjá Súsannu er tað tó ikki fyrsta Oyggjaleikagullið: Bæði í 2019 og í 2023 sigraði hon í triatlon.
Óguliga góður endi uppá oyggjaleikirnar hjá Súsannu Skylv, ið helst fekk seinasta føroyska gullið til hødar: Nummar 41 í røðini.
Hetta var samstundis stórt fyri súkklingina, sum vann sítt fyrsta gullheiðirsmerki á leikunum - og tað fysta á Oyggjaleikunum síðani 2017. Tá endurvann Torkil Veyhe sítt heitið frá 2015 í einkultstarti. Nú er Torkil venjari hjá føroyska landsliðnum.
Pauli Poulsen og Niclas Hallgren Niclassen eru í gongd við sína koyring nú.
Dagført: 15.17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald