Hondbóltur

Sveis setti Føroyar so dyggiliga uppá pláss í seinasta bólkadystinum

U20-liðið snøgt sagt smildrað sundur: Ein long og forferdelig føroysk løta í fyrra hálvleiki avgjørdi bólkafinaluna, og liðið kom heldur ikki út við nakrari nevniverdari tign eftir 2. hálvleik. Samalagt 17 mál á muni - eyguni skulu skjótt vendast móti miðumfarinum.

Kanska turkiski sigurin á Serbia fyrr í dag eisini mekti føroyingarnar á ymiskan hátt: Nú var tað brádliga ikki alt ella einki ella neyðugt at vinna fyri at spæla um stuttligu plássini. Føroyska liðið rakti í øllum førum als ikki spenningsstigi, og í stórum løtum riggaði millum lítið og einki, meðan sveisar trumlaðu víðari (Mynd: AVA Photography)

Kanska turkiski sigurin á Serbia fyrr í dag eisini mekti føroyingarnar á ymiskan hátt: Nú var tað brádliga ikki alt ella einki ella neyðugt at vinna fyri at spæla um stuttligu plássini. Føroyska liðið rakti í øllum førum als ikki spenningsstigi, og í stórum løtum riggaði millum lítið og einki, meðan sveisar trumlaðu víðari (Mynd: AVA Photography)

2026-07-11 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var gott, at man ikki varð noyddur at avgerða nakað sjálvur í kvøld: Eftir óvæntaða turkiska sigurin á Serbia, vóru Føroyar víðari til EM-miðumfarið undan dystinum móti Sveis. Hetta vegna innanhýsis málúrttøku. Ístaðin skuldi dysturin avgerða, hvat av liðunum fekk stig við sær víðari.

Har var als eingin ivi. Sveisar vóru nógv sterkari á øllum økjum í 55 minuttir, og snøgt sagt smildraðu Føroyar sundur í bólkafinaluni. Talan varð um eitt stórtap - í roynd og veru eitt risatap - og tað gjørdist ljótt og flovisligt fyri føroyingar út á dystin.

Føroyar vóru annars á odda 2-1, tá fýra og ein hálvur minuttir vóru farnir eftir fína verjubyrjan. Men ístaðin fyri at tað varð 3-1, brendu Føroyar, og Jákup Egholm fekk óhepna útvísing í renningini heim.

Síðani komu Føroyar so at siga ongantíð fyri seg. Næstu stóru seks minuttirnar skoraðu føroyingar ikki, tað var 2-5, og fyrstu 16 minuttirnar komu bert fýra mál móti Sveis. Álopskenda 4-2 verjan órógvaði føroyingar nógv, og Lino Schneider í sveisiska málinum varð kosin dagsins maður við tíggju bjargingum - tók ein triðing

Munurin í steðginum var seks mál, Filip Haldansen var farin út við skaða, teir flestu sóu út at spæla væl undir sítt vanliga stig - og tað skuldi bert gerast verri.

Kanska man í føroysku leguni skjótt sá, at her kom ikki nøkur vend. Og tað sást eisini, at venjaratoymið hugsaði um miðumfarið og næstu stóru uppgávurnar. Nógvar broytingar vóru gjørdar - eisini tí lítið riggaði -  Sveis spældi sannførandi hondbólt og tók í størri og størri mun pippið frá føroyingum.

Hetta var bæði galdandi í álopi og í verju: Føroyar skoraðu bert uppá 53 prosent av sínum skotum og uppá undir triðja hvørt álop (31 prosent). Her vr tað mest jaliga, at Føroyar skoraðu so at siga øll skotini av strikuni. Millum annað skoraði Jón Eyðunsson Midjord trý av trimum.

Nógvir bóltar vórðu kastaðir vekk: 16 tekniskar villur vórðu gjørdar, og hinumegin vórðu sveisar sjálvdan steðgaðir í nøkrum sum helst. Føroysku málverjarinir høvdu tvær bjargingar hvør, men teir fingu ikki nakra nevniverda hjálp út á dystin.

Sí fleiri tøl frá dystinum her

Føroyingar fullu í fátt og megnaðu bert í síðstu løtu at syrgja fyri, at man ikki var fyri størsta tapinum av øllum higartil í kappingini. 17 mál á muni, 23-40, er tó ríkiligt. Og hóast tað kann vísast á, at tað ikki merkti nakað serligt, so tekur Sveis tey bæði stigini við víðari til miðumfarið, og tók liðið í dag nakað av sjálvskensluni frá føroyingum. Úrlsitið hjálpir heldur ikki, um málúrttøka gerst týðandi í næstu viku - Sveis og Føroyar fara í sama miðumfarsbólk.

Kanska turkiski sigurin á Serbia fyrr í dag eisini mekti føroyingarnar á ymiskan hátt: Nú var tað brádliga ikki als ella einki ella neyðugt at vinna fyri at spæla um stuttligu plássini. Føroyska liðið rakti í øllum førum als ikki spenningsstigi, og í stórum løtum riggaði millum lítið og einki, meðan sveisar trumlaðu víðari.

Liðið skal skjótt reisa seg aftur, tí mánadagin bíðar Frakland í fyrra dystinum í miðumfarinum. Og týsdagin eru týsku heimsmeistararnir á skránni. Meira um hetta seinni.

U20 EM - bólkur B
Leygardagin 10. juli, 3. og seinasta umfar:

Turkaland-Serbia 30-29 
Føroyar - Sveis 23-40 (12-18) 

Fleiri tøl niðanfyri

Endaliga støðan í bólkinum
1. Sveis 6 stig
2. Føroyar 2 stig *
------------------
3. Serbia 2 stig
4. Turkaland 2 stig

* Víðari vegna best innanhýsis málúrttøku

Dystargongdin Føroyar - Sveis, 23-40
5 min: 2-1
10 min: 2-5
15 min: 4-8
20 min: 7-14
25 min: 11-16
30 min: 12-18
35 min: 12-20
40 min: 15-23
45 min: 17-27
50 min: 19-33
55 min: 20-37
60 min: 23-40

Føroyskur toppskjútti: Jákup Egholm, 4 mál
Dagsins spælari hjá Føroyum: Lýðar í Dìmun 

Sí fleiri tøl frá dystinum her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder