Sveisisku fótbóltsleikararnir Xherdan Shaqiri, Granits Xhaka og Stephan Lichtsteiner hava allir fingið bót frá Altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, tí at teir gjørdu eitt albanskt symbol í dystinum móti Serbia.
Bøturnar hava fingið sinnið í kók í Kosovo, har fólk eru farin at savna pening til leikararnar, sum teir kunnu gjalda bøturnar við.
- Teir hava givið gleði til sveisarar og albanar kring allan heimin. Verið nú so góð og stuðli teimum, stendur at lesa í innsavningini.
Orsøkin til rumblið er at Xhaka og Shaqiri hava kosovoalbanskar røtur, og at sambandið millum Kosovo og Serbia er sera viðbrekið.
Kosovo var fyrr ein landspartur í Serbia, men lýsti sjálvstýri í 2008. Landið er viðurkent sum sjálvstøðugt í fleiri enn 110 londum, men ikki í Serbia, sum enn sær landið sum ein landspartur suðuri í Serbia.
Tekni, sum Xhaka og Shaqiri gjørdu, verður tí tulkað sum ein provokerandi politisk gerð.
Xhaka og Shaqiri fingu hvør 10.600 dollarar í bót, meðan Lichtsteiner, sum tók lut tá hinir gjørdu tekni, fær 5000 dollarar í bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald