Ikki allir vandur við, og ikki allir vandu fult, men nú er landsliðið loksins savnað í sambandi við fyrireikingar til kappingardystir.
Tað hevur tað ikki verið síðani november. So spenningurin er stórur, hvussu Føroyar fara at standa seg í Nations League, har í minsta lagið 2. plássið í bólkinum man vera málið.
Føroyska liðið vandi á Tórsvølli í gjár og skal eisini venja í dag, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin. Leygardagin kemur Kasakstan á vitjan til lykladyst
Dystarskráin:
26. september
Føroyar – Kasakstan (Tórsvøllur / kl. 17:00)
29. september
Moldova – Føroyar (Chisinau / 17:00)
2. oktober
Føroyar – Slovakia (Tórsvøllur / 19:45)
6. okt.
Kasakstan A – Føroyar A (Astana / 15:00)
Sambært dimma.fo búgva landsliðsspælarar heima fyrstu dagarnar - farið verður ikki á gistingarhús fyrrenn mikudagin. Talan er jú eisini um eitt landsliðsvindeygað, sum er longri enn vanligt.
Sí myndir frá venjingini í gjár niðanfyri, sum Hans Erik Danielsen tók fyri FSF:
-
Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jóannes Bjartalíð og Jann Julin Benjaminsne til reiðar á Tórsvølli
-
-
Mattias Hellisdal er fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum. Hann spælir nógv í fremstu svensku deildini fyri tíðina
-
Samuel Johansen Chukwudi og Hanus Sørensen eru komnir heim út ávikavist Eysturríki og Slovenia, har teir spæla fast
-
Emil Weihe Joensen, sum fyri fyrstu ferð er í hópinum til kappingardystir
-
Petur Knudsen, toppskjúttin í Meistaradeildini, jonglerar meðan teir gera klárt til eitt øvilsi
-
Atli Gregersen hevur skil á tíðini og bóltinum
-
-
Martin Agnarsson sum avgjørdi tveir av HM-undandystunum í fjør
-
Viljormur Davidsen nærkast 100 dystum fyri Føroyar
-
-
Tveir av yngru og nýggju miðvallarunum: Emil Weihe Joensen úr NSÍ og Mattias Hellisdal úr Västerås
-
Jørgen Nielsen, sum ikki er úttikin men sum venur við beint nú, undir liðuni á Jann Benjaminsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald