Fótbóltur

Svenskur miðverji til B36

24-ára gamli Isak Jönsson hevur seinastu árini spælt í næstbestu svensku deildini men hevur eisini royndir frá Allsvenskan. 194 cm høgi verjuspælarin hevur skrivað undir fyri 2023.

Høgi miðverjin hevur spælt fyri Trelleborg í fýra og eitt hálvt ár. Har hevur hann skorað tíggju mál

Høgi miðverjin hevur spælt fyri Trelleborg í fýra og eitt hálvt ár. Har hevur hann skorað tíggju mál

2023-01-17 19:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur í kvøld kunngjørt útlendskan styrk. Talan er um svian Isak Jönsson, ið er 194 cm høgur miðverji, ið eisini kann spæla á høgra bakki.

Heimasíðan bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, at 24-ára gamli miðverjin var á veg til B36, og at talan var um spælara við royndum frá næstbestu og eisini bestu deildini í fjør. Sambært transfermarkt.com hevur nýggi B36-spælarin spælt fyri Trelleborg síðani á summri 2018. Hann spældi fyrst 13 dystir í bestu deildini, og síðan 2019 hevur talan verið um 107 dystir í "Superettan", ið er næstbesta deildin í Svøríki.

Sum bolt.fo vísir á, so er Isak Jönsson lutfalsliga vandamikil frammanfyri málinum. Hann hevur samanlagt skorað tíggju mál fyri Trelleborg, har hann við sínari hædd og styrki hevur verið eitt vápn í offensivu deyðbóltunum.

So er spurningurin, hvussu nógv hann fær burturúr fryi B36. Liðið misti seint síðsta summar stinna danska miðverjan Thor Høholt, og tað mesta bendir á, at landsmaðurin og miðverjin hjá B36 tvey tey seinastu árini, Lukas Enevoldsen, ikki heldur fram. Óvissa er framvegis um landsliðsmiðverjan Sonna Ragnar Nattestad, ið tó hevur vant við.

Sáttmálin millum B36 og Isak Jönsson er galdandi fyri 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder