placeholder
Kappróður

Sverri til OL í París

Við at gerast nummar tvey í hálvfinaluni í HM í Beograd í morgun tryggjaði Sverri Sandberg Nielsen sær eitt pláss í A-finaluni sunnudagin og OL næsta summar.

(Savnsmynd: Balint Czucz)

(Savnsmynd: Balint Czucz)

2023-09-08 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun tryggjaði miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen sær eitt pláss í A-finaluni í HM í Beograd. Harvið hevur hann eisini tryggjað sær luttøku á olympisku leikunum í París næsta summar.

Sunnudagin vann hann innleiðandi róðurin, mikudagin vann hann fjórðingsfinaluna, og í dag gjørdist hann nummar tvey í hálvfinaluni.

Við tíðini 6.57.30 var hann næstur á mál - minni enn tvey sekund aftaná niðurlendska Simon Van Dorp, sum vann hálvfinaluna við tíðini 6.55.46. Á triðja plássi var nýsælendski Thomas Mackintosh við tíðini 6.58.12.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder