Annað

Svimjifelagið Neptun havt sína fyrstu barnavenjing

Umleið 70 børn møttu upp til fyrstu venjingina í Bylgjuni í gjár.

(Mynd: neptun.fo)

(Mynd: neptun.fo)

2026-08-18 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár hevði Svimjifelagið Neptun í Runavík sína fyrstu barnavenjing síðani felagið var stovnað í 1964 og endurstovnað fyrr í ár.

Eini 70 børn møttu spent og klár til fyrstu venjingina, og tað var ein góð byrjan á nýggja kapittulinum hjá felagnum, skrivar felagið á heimasíðuni neptun.fo.

Stemningurin í svimjihøllini var góður, og børnini vóru hugagóð og spent at sleppa í vatnið.

- Tað er fantastiskt at síggja so stóran áhuga fyri svimjing og eitt so stórt tal av børnum, sum vilja verða partur av felagnum. At so nógv børn luttóku longu fyrsta dagin, vísir, at tørvurin og áhugin fyri einum svimjifelagi er stórur, skrivar felagið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder