2026-01-16 17:49
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya samtykti hósdagin at góðkenna umsókn frá Svimjifelagnum Neptun í Runavík um limaskap, boðar Svimjisambandið frá.
Neptun varð stovnað á Glyvrum í 1964 og hevur verið óvirkið í eina tíð. Herfyri varð felagið tó endurstovnað.
Við Neptun eru nú átta virkin feløg í Svimjisambandi Føroya.
Hini feløgini eru Svimjifelagið FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag, Svimjifelagið Hellufossur, Havnar Svimjifelag, Svimjifelagið Reysti, Suðuroyar Svimjifelag, og Ægir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald