
Í Íslandi verður spælt "fyrst upp í trý"/ "best av fimm" longu í hálvfinalunum, og av tí at Valur og Afturelding nú hava vunnið tvær hálvfinalur hvør, verður neyðugt við einari fimtu og púra avgerandi hálvfinalu fríggjakvøldið.
Hetta er greitt eftir fjórðu hálvfinaluna í gjárkvøldið. Hon var í Mosfellsbær, og eins og í hinum trimum hálvfinalunum vann heimaliðið.
Afturelding var frammanfyri við trimum málum í steðginum og vann eisini við trimum.
Føroyingarnir hjá Afturelding spælu ikki stóran leiklut. Sveinur Olafsson sat á bonkinum allan dystin, og Hallur Arason, ið annars hevði eina heilt góða triðju hálvfinalu á høgra bakki, var bert á vøllinum í umleið 20 minuttir og kom ikki veruliga í góðar skotstøður.
Føroyingarnir hjá Vali royndu sítt. Bjarni í Selvindi var aftur toppskjútti hjá Vali - hesaferð við sjey málum. Tað hevur eldur verið í bakkinum av Skála í hesari hálvfinalurøðini. Allan Norðberg varð næstbesti málskjútti hjá Vali við fýra málum, men hetta var ikki nóg mikið.
Bjarni í Selvindi hevur verið besta álopsvápnið hjá Vali í hesum hálvfinalunum og sær út til at vera væl fyri undan komandi landsdystunum (Mynd: Sverri Egholm)
Úrslit higartil - skrá:
1. 17. apríl: Valur – Afturelding 35:33 (29:29),(12:13). Longd leiktíð
2. 22. apríl: Afturelding – Valur 31:23 (16:10).
3. 25. apríl: Valur – Afturelding 30:29 (12:16).
4. 28. apríl: Afturelding – Valur 29:26 (16:13).
5. Fríggjadagin 2. maí: Valur – Afturelding, kl. 19.15
Harvið er alt uppá spæl fríggjakvøldið í Reykjavík. Um gongdin heldur fram, so vinnur heimaliðið, men í báðum dystunum á Hlíðarenda (nummar 1 og 3) hevur tað verið ógvuliga javnt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald