Nú styttist til kvinnulandsliðið skal spæla EM-endaspæl í Basel í Sveis, og í tí sambandi koma fleiri ting á breddan.
Í dag eru tað tað nakrir av stórstuðlunum hjá Hondbóltssambandinum, sum kynda. Eins og í Berlin skipa Føroya Banki, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line fyri upphiting áðrenn allar bólkaspælsdystirnar í Basel.
![]()
![]()
![]()
Undir EM-endaspælinum í Berlin vóru stórar upphitingar við føroyskum tónleiki, góðum "føoryskum lagi", andlitsmáling og nógvum øðrum (Myndir: Sverri Egholm)
- Nærri kunning um upphiting og staðseting kemur seinni á Basel.fo. Men upphiting verður áðrenn allar dystirnar, har vit bjóða andlitsmáling, klapparar og góðan hýr, so vit eru til reiðar at koyra á Føroyar saman. Upphitingin verður tætt uppá høllina, so mann kann ganga frá upphiting til dyst.
Heimasíðan, ið fyriskipararnir nevna, er nýgjørda heimasíðuna Basel.fo. Eins og í Berlin í januar, verður føroyska heimasíðan brúkt til kunning í sambandi við EM-endaspælið í Basel - eitt nú upphiting, dystir, fjepparaætlanir o.a.
Sambært Andrassi Thomsen verður roknað við umleið 400-500 føroyingunum til søguliga EM-endaspælið í Sveis. Hetta segði stjórin í Hondbóltssambandinum við 3-2 í gjárkvøldið.
Heimasíðan basel.fo boðar frá, at nakrar sergjørdar t-shirtir eru gjørdar til endasmálið - peningurin fyri tær fer eisini til gott endamál. Talan er um "Í menniskjum góður tokki" sum hesa tíðina letur jólahjálp til fleiri hundrað fíggjarliga sperdar barnafamiljur.
![]()
Elsa Egholm og Turið Arge Samuelsen, sum skulu til Sveis í næstu viku, í nýgjørdu blusunum (Mynd: basel.fo)
Kvinnulandsliðið er nú savnað í Føroyum og hevur eina rúgvu av venjingum, vitjanum og øðrum næstu vikuna, áðrenn farið verður til Sveis mikudagin 27. november.
Venjingardystir eru á skránni fríggjadagin (klokkan 19 í Klaksvík) og leygardagin (klokkan 16 á Skála). Báðir eru móti Svøríki B.
EM-dystirnir í Basel (føroysk tíð)
Sveis - Føroyar: 29. november, klokkan 17.00
Kroatia - Føroyar 1. desember klokkan 14.30 
Føroyar - Danmark 3. desember. klokkan 17.00 
                                                        
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald