Tætta U21 venjaraparið: - Tað villasta og tann perfekti endin

- Eg vildi ikki síggja Hjalta, aftaná at hann tók FM frá okkum í H71, men hann hevur helst tosað meira við meg enn Jeannet seinastu mánaðirnar, sigur Djóni Gaard Joensen. Samanhaldið er sum heild lykilin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-29 19:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Seinastu fýra árini hava teir verið venjarar saman hjá 04- og 05-árgangunum. Í upp og niðurtúrum.

Líka so ólíkir sum Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen eru, líka tættir eru teir. Djóni heldur fyri, at Hjalti hevur tosað meira við seg enn konuna seinastu tveir mánaðirnar.

Ungi hoyvíkingurin og nakað eldri havnarmaðurin eru kappingarneytar í føroyskum felagshondbólti - í H71 og Kyndli - men saman hava teir skapt eitt úrslit  sum eingin annar í føroyskum hondbólti: Eitt bronsupláss í einum HM-endaspæli.

- Tað er rørandi, "euforiskt" og alt í senn staðfestir Hjalti uttanfyri høllina - stutt eftir søta føroyska 27-26 sigurin á Svøríki.

[object Object]
Hjalti og Djóni - arm í arm við seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Djóni í ovfarakæti eftir seinasta bríksl. - Eg var ógvuliga ungur, tá eg fekk ábyrgdina av hesum árganginum saman við Hjalta. Eg havi mínar veikleikar, millum annað sinnalagið...sum heild hava vit ymiskar styrkir og veikleikar, og tað hóskar væl saman (Mynd: Sverri Egholm)

Samanhald og stór menning eru lyklaorðini til, at Føroyar kunnu syfta slíkum tjóðum, heldur Hjalti.

- Hetta er tað sjúkasta, sum eg havi verið við til, heldur Djóni fyri, og fegnast hann um toymið rundanum.

Hoyr samrøðuna við bronsuvenjararnar omanfyri.

Føroyska venjaratoymið: 
Høvuðsvenjarar: Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen
Málverjuvenjari: Mladen Mjerimacka
Fysioterapeut: Durita Rouch
Liðleiðari: Høgni Vilhelmsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder