Annað

Talv: Magnus Carlsen rýmdi eftir ein leik

Ungi amerikanarin, Hans Niemann, fekk ikki høvi til at prógva sína styrki móti heimsmeistaranum – ákæran um svik hongur enn í luftini.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-09-20 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sæð varð fram við stórum spenningi móti talvdystinum í gjár millum norska heimsmeistaran, Magnus Carlsen, og unga amerikanaran, Hans Niemann.

Tá norðmaðurin herfyri heilt óvæntað tapti móti 19 ára gamla amerikanaranum Sinquefield Cup, gavst norðmaðurin í kappingini, og í sambandi við at hann tók seg úr kappingini, ljóðaðu eisini ákærur um, at amerikanarin skuldi havt svikað.

Magnus Carlsen hevur ikki útgreinað ákærurnar um svik, og tí stendur so at siga allur talvheimurin sum á nálum fyri at finna út av, hvat hendir við heimsins besta telvara, sum eisini hevur boðað frá, at hann ikki ætlar sær at verja heimsmeistaraheitið næstu ferð.

Í gjárkvøldið skuldu teir báðir so hittast aftur í nýggjum dysti. Talan er um Julius Baer Generation Cup, sum er ein talvkapping, sum gongur fyri seg á netinum.

Talváhugað kring allan heim bíðaðu spent eftir at fáa høvi at fylgja við spennandi uppgerðini, sum var eitt høvi hjá Magnusi Carlsen at prógva, at hann er ein betri telvari enn Hans Niemann.

Men Magnus tók enn einaferð allan talvheimin á bóli.

Telvararnir settust við borðið. Magnus Carlsen flutti ein leik, og so rýmdi hann frá talvborðinum og av skíggjanum, og kom ongantíð aftur.

Enn einaferð standa øll spyrjandi. Hví gjørdi hann tað? Tað er enn ógreitt, men Magnus Carlsen hevur enn einaferð skakað øll við sínum heilt serliga máta at gera vart við sína ónøgd, eftir øllum at døma.

Talvfrøðingar siga, at Magnus Carlsen valdi at tapa upp á tann mest ósportsliga mátan yvirhøvur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder