Hetta vikuskiftið er talvkappingin Janus Open á skránni á Eiði, og metnógvir telvarar hava teknað seg til kappingina.
Í fjør, tá henda kapping fór av bakkastokki, var áhugin eisini so stórur, at luttøkumet varð sett, og í ár, nú kappingin verður hildin á øðrum sinni, verður luttøkumetið í fjør væl og virðiliga sprongt.
Í fjør luttóku 103 telvarar, og í ár hava heili 142 telvarar boðað frá luttøku.
Átta umfør eru í kappingini. Í gjárkvøldið varð byrjað við fýra umførum í kviktalvi - tíggju minuttir í part og fimm sekund fyri hvønn fluttan leik.
Hini umførini í dag og í morgin hava telvarar ein tíma hvør til hvørt talv umframt hálvan minutt fyri hvønn leikin.
Kappingarformurin líkst sokallaðu Open-kappingunum. Broytingin frá vanligu Open-kappingunum, sum eru fastur partur av talvkálmanakkanum, er, at eitt umfar er lagt afturat fríggjakvøld, og 30 min. eru tiknir av langtalvunum. Eitt umfar verður lagt afturat, tí luttøkutalið er so høgt. Langtalvini eru stytt, fyri at hava møguleika at gera okkurt annað burturúr leygarkvøldið, skrivar Talvsambandið.
Kappingin verður ratað, telvarar við hægri styrkitali enn 2400 eru tó undantiknir. Telvarin við hægsta styrkitalinum í kappingini er Høgni Egilstoft Nielsen (2391). Hann og íslendingurin Dagur Ragnarsson, ið hevur næsthægsta styrkitalið, eru teir einastu, ið hava heitið sum altjóða meistarar.
Meginparturin av telvarunum eru føroyingar, men fleiri útlendingar eru eisini við, serliga norðurlendingar, mest íslendingar. Gott og væl tretivu av teimum, sum telva, eru úr lokaløkinum í Norðstreymoy.
Metið fyri flestar luttakarar í talvkapping í Føroyum fyri Janus Open var frá 1987, tá Føroyar hýstu norðurlandameistarakappingini í Norðurlandahúsinum. Tá vóru í alt 101 telvarar við úr øllum norðurlondum. FM-metið er frá 2003. Tá vóru 95 telvarar við í FM-einstaklingakappingini í Læraraskúlahøllini í Havn.
Rógvi Egilstoft er høvuðsfyriskipari av Janus Open. Kappingin er til minnis um eiðismannin Janus í Løðuni, ið var ein eldsál í talvumhvørvinum á Eiði og har um vegir, men sum doyði á sumri 2024, 46 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald