Tilfarið er komið í ljósmála eftir drúgvar rannsóknir og miðvíst arbeiði at fáa tað, sum nú er útvegað, at vera algongt hjá øllum áhugaðum.
Henda innsavningarroyndin fevnir í fyrsta umfari um fremstu deildina, 1. deild, fyrr kallað A-deildin. Tað hevur tó eydnast at fáa til vega endaliga úrslitið í hinum deildunum, og tað verður so krøkt upp í. Orka hevur ikki verið til annað í fyrsta umfari. At savna saman talvini í hvørjum dysti liggur eisini uttanfyri hetta fyrsta stigið í hesari innsavning, skrivar Talvsamband Føroya.
Tað eru teir báðir Suni Merkistein og Rógvi Egilstoft, sum av sínum eintingum eru farnir undir at savna og leggja fram úrslitini í liðkappingini í talvi. Suni hevur putlast við at fáa fatur á tilfarinum, og Rógvi hevur arbeitt við uppseting og talgilding.
Hvørt tíggjuáraskeið verður tikið fyri seg. Sagt verður í stuttum frá kappingunum, ár fyri ár. Fyrst verða 70-árini løgd fram. Tey eru tó rættiliga ófullfíggjað.
80-árini eru frá 1982 at kalla fullfíggjað. 90-árini eru næstan fullfíggjað, men tað hevur ikki eydnast at fáa øll borðúrslit fyri summar av dystunum kappingarárið 1991/92.
Farið verður nú undir at leggja út úrslitini fyri fyrsta tíggjuáraskeiðið - 70-ini. Síðani koma 80-árini, 90-árini o.s.fr.
Júst nær alt er komið út, er eitt sindur óvist, men ætlandi kemur alt út innan nakrar vikur. Tilfarið verður lagt fram á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com, skrivar Talvsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald