Annað

Talvolympiadan byrjað

Føroyar eru favorittar móti San Marino í fyrsta umfari.

Útsýni yvir ein av leiksalunum í Chennai

Útsýni yvir ein av leiksalunum í Chennai

2022-07-29 11:38 Author image
Innsent
placeholder

Klokkan 10.30 í morgun, ólavsøkudag, vórðu fyrstu leikirnir fluttir á stóru talvolympiaduni í India. 

Føroyar telva í fyrsta umfari móti San Marino. Væntandi vinna Føroyar henda dystin ruddiliga. Føroyingar hava fleiri ferðir vunnið á San Marino í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og San Marino nummar 154 av teimum 188 liðunum í kappingini.

Telvað verður sum vant á fýra borðum. Leiktíðin er 90 minuttir til 40 leikir, síðani tretivu minuttir aftrat umframt tretivu sekund fyri hvønn leikin. Okkara lið í dag er hetta: 1. Helgi Dam Ziska 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Rógvi Egilstoft 4. John Rødgaard.

Ellivu umfør eru í alt. Kappingin endar 9. august.

Føroyar – San Marino
GM Helgi Dam Ziska (2549)-FM Danilo Volpinari (1955)
FM Høgni Egilstoft Nielsen (2414)-Michele Piva (-)
FM Rógvi Egilstoft (2284)-Adrian Herrera (1563)
IM John Rødgaard (2324)-Giancarlo Berardi (1757) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder