Fótbóltur

Teitur Gestsson givið avboð

Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til landsdystir í juni. Fyri hann hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-26 07:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Farna mánadag kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til dystirnar í UEFA Nations League sum eru á skránni juni mánað. 23 spælarar eru í fyrstu atløgu boðsendir, og síðan er ætlanin at úttaka ein afturat seinni í vikuni.

Millum teir 23 var Teitur Matras Gestsson úr HB, ið higartil er skrásettur fyri 19 A-landsdystir fyri Føroyar. Men nú er greitt, at føroyska liðið má klára seg uttan Teit á hesum sinni.

Teitur Matras Gestsson hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hevur tískil givið avboð. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi.

A-landsliðið skal spæla fýra dystir í juni mánað – móti Turkalandi, Litava og tvær ferðir móti Luksemborg.

4. juni Turkaland – Føroyar (kl. 19:45)
7. juni Føroyar – Luksemborg (kl. 19:45)
11. juni Føroyar – Litava (kl. 17:00)
14. juni Luksemborg – Føroyar (kl. 19:45)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder