Fótbóltur

Teitur Gestsson: Tað verður ein stuttligur dystur at spæla

Málverjin hjá HB og hansara liðfelagar skulu til Klaksvíkar í morgin, og tað síggja teir fram til.

Teitur Gestsson bjargar her roynd frá Boris Dosljak í fyrsta umfarið. Málverjin hjá HB skal í morgin royna at fáa tak á leikarunum hjá KÍ
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Teitur Gestsson bjargar her roynd frá Boris Dosljak í fyrsta umfarið. Málverjin hjá HB skal í morgin royna at fáa tak á leikarunum hjá KÍ (Mynd: Jens Kr.Vang)

2018-08-09 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru ikki bert tónleikanøvn, ið eru á skránni og draga á ársins Summarfestivali í Klaksvík, sum byrjar í kvøld. Í morgin er sannur oddadystur í Betri-deildini á skránni við Djúpumýru, tá KÍ tekur ímóti HB. Talan er um ein lykladyst í FM-stríðnum

Heimir Guðjónsson og hansara menn hava havt eitt frálíkt kappingarár, og HB er oddalið nú tíggju umfør eru eftir. HB varð ikki roknað millum avgjørdu favorittarnar undan kappingarbyrjan, men stórfelagið hevur ongantíð havt so nógv stig eftir 17 umfør í einum kappingarárið. 14 sigrar er tað blivið til, harav 12 vóru á rað.

Ein av lyklaleikarunum hjá HB er støðugi málverjin, Teitur Matras Gestsson, ið hevur leikt allar minuttirnar í ár og hevur hildið sítt mál reint sjey ferðir. Hann sigur, at lykilin til góðu gongdina í høvuðsheitinum er harða og nógva venjingin og hugburðurin hjá leikarunum:  

- Lykilin til at vit liggja væl fyri, er heilt sikkurt at vit trena nógv. Eisini hava vit fingið nakrar góðar spælarar afturat hópinum, sum vilja vinna fyri ein og hvønn prís.

Tað er lagt upp til ein stóran og týdningarmiklan dyst við einari stórari áskoðarafjøld í morgin, og Teitur og liðfelagarnir síggja fram til dystin:

- Vit fyrireika okkum sum vit gera, til allar aðrar dystir vit spæla. Men sjálvsagt er spenningurin stórur áðrenn dystin, tí tað er nógv uppá spæl. og tað verður ein stuttligur dystur at spæla. Ein sigur í morgin hevði verið líka góður sum er ein sigur altíð er, men sjálvandi er tað stuttligari um man vinnur, tá nógv fólk eru til dystin.

25-ára gamli málverjin hjá HB metir ikki, at greiði ósigurin fyri arvafíggindanum í fyrsta umfarið tá KÍ vann 3-0 í Gundadali, hevur nakra ávirkan á hendan dystin: 

- Tann fyrsti dysturin hjá okkum í ár var eitt stórt skuffilsi. Men tá vóru vit illa skipaðir, í mun til tað sum vit eru nú. Men eg haldi ikki, at tað spælir ein stóran leiklut, at vit taptu tann dystin

Til seinast vísur Teitur Gestsson á, at hetta verður sanniliga ein torførur dystur, men har HB leggur alt inn fyri at fáa trý stig:

 - Tað er torført at siga, akkurát hvussu vit ætla at spæla dystin fríggjakvøldið. Men vit fara vónandi at síggja eitt HB lið, sum vil gera alt fyri at vinna. Vit fara sjálvandi altíð út fyri at vinna, men eg má siga at man skal gera ein góðan figur í Klaksvík bara fyri at fáa stig, tí tað er ein trupul útidystur.

KÍ og HB bresta saman klokkan 18.00 í annakvøld. Tvey stig skilja liðini á stigatalvuni.

Seinni í dag ber til at lesa eina upptakt við liðformannin hjá KÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder