Fótbóltur

Televarpið vísir U21-dystin

Byrjað verður at senda klokkan 16, og fyrsta bríksl við Djúpumýru ljóðar klokkan 16.15. Føroyar og Serbia stríðast um 3. plássið í bólkinum. Til ber at keypa atgongumerki við dyrnar ein tíma undan dystinum, kunnar FSF um, og upphiting fer í gongd um eina løtu.

Føroyar spældu eisini við Djúpumýru í oktober í fjør, har Norðurmakedonia vitjaði. Tá endaði tað við 1-1 javnleiki (Mynd Sverri Egholm)

Føroyar spældu eisini við Djúpumýru í oktober í fjør, har Norðurmakedonia vitjaði. Tá endaði tað við 1-1 javnleiki (Mynd Sverri Egholm)

2022-06-07 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er sól og spenningur í Klaksvík í dag undan U21-landsdystinum millum Føroyar og Serbia. Talan er um síðsta umfar í undankappingini til EM 2023, og hóast liðini ikki hava møguleika at spæla seg víðari, so er triðja plássið uppá spæl, og hetta merkir nakað - serliga fyri føroyingar.

Liðið hjá Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen kann eisini seta stigamet. Í løtuni hevur liðið hjá Bill McLeod Jacobsen og Heðini Askham frá 2009 og 2010 metið við ellivu stigum. Undan dystinum í dag hava Føroyar fingið níggju stig í níggju dystum í hesari undankappingini.

Les eisini: U21 kannu taka triðja plássið og seta føroyskt met

Sambært Fótbóltssambandinum ber til at keypa atgongumerki við dyrnar ein tíma undan dystinum. Tað er beint eftir at upphitingin, ið Klaksvíkar kommuna og KÍ skipa fyri, fer í gongd aftanfyri norðara skýlið (beint við Atlantis), har eitt nú andlitsmáling og grillpylsur vera á skránni. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.

Til ber eisini at síggja dystin í sjónvarpi/á netinum. Televarpið byrjar at senda klokkan 16.00, og fyrsta bríksl er klokkan 16.10. FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn. Portalurin verður á staðnum. Vit hava beinleiðis dagføring, og myndir og samrøður av staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder