Í hesum døgum luttekur U14-landsliðið hjá dreingjum í tenniskapping í býnum Pornic í Fraklandi.
Hetta er fyrstu ferð, at ungdómslandslið við dreingjum luttekur í altjóða tenniskapping.
Teir, ið umboða Føroyar eru Rókul Slættanes, Hans Lau av Fløtum, Nóel Berglind og Helgi J. Brekku.
Venjari er Jón Brekku, og Óla Hendrik av Fløtum er hjálparvenjari.
Síðsta vikuskifti umboðaðu Ása Heinesen Højsted og Sybilla Viderø Føroyar við U12 landsliðnum, tá ið tær luttóku í evropeisku vetrarkappingini í Eysturríki.
Ása Heinesen Højsted og Sybilla Viderø Føroyar
Tann 1. januar í ár gjørdist Føroyar limur í Tennis Europe og altjóða tennissamgongduni ITF, og hesin limaskapur gevur Føroyum atgongd til aljtóða kappingar.
Tennissamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald