
- Eftir seinasta aðalfundin hjá Stjørnuni, fór nevndin beinanvegin í gongd við at fyrireika komandi kappingarár. Ein stór uppgáva, sum greiða skuldi fáast á, var venjaraspuningin hjá bæði teimum vaksnu og teimum yngru. Nevndin boðar nú frá, at tey eru komin á mál við venjarspurninginum.
Soleiðis skrivar Norðlýsið í sambandi við at Stjørnan millum annað hevur sett venjara til fremsta liðið.
Talan er um 31-gamla havnamannin Terji Mørk.
- Hóast Terji ikki áður hevur vant bestu deildina, so hevur hann drúgvar royndir sum venjari hjá Neistanum, m.a. hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta mannsliðnum. Eisini hevur hann verið landsliðsvenjari hjá U17 drongjum. Terji kemur frá eini kendari hondbóltsfamilju, pápin, Jógvan Martin Mørk, var ein ímynd av besta mannsliðnum hjá Neistanum í 70´unum og 80´unum, og leikti hann eisini á føroyska landsliðnum. Systkini hjá Terja hava eisini verið millum bestu hondbóltsleikarar í landinum.
Í sambandi við ungdómsarbeiði hevur Stjørnan gjørt avtala við 23 gamla danan Carl Vej. Norðlýsið skrivar, at hann skal hava høvuðsábyrgdina av gentum 10, gentum 12 og gentum 14, umframt at hjálpa til við venjingumum hjá hinum yngru liðunum. Eisini kemur hann at virka sum hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum.
Eisini er avtalað gjørd við vældámda vestmenningin Sámal Jákup Djurhuus um, at hann verður høvuðsvenjari hjá gentum 14 og gentum 16. Umframt Carl og Sámal Jákup, so verða fleiri av leikarunum á besta kvinnuliðnum knýttir at venjingunum hjá yngru liðunum.
Stjørnan boðar eisini frá, at felagið fer at hava tilboð til tey yngstu (Trille-Trolle) og "5 a side" fyri tey eldru.
Sí eisini: Mladen flytir til Klaksvíkar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald