Hondbóltur

Til ber at síggja Óla Mittún stríðast móti Barcelona klokkan 17.45

DR2 og DR TV vísa Champions League-brakið í Svendborg - Hákun West av Teigum spælir klokkan 19.45.

Óli Mittún og GOG royna at halda millum annað HC Zagreb aftanfyri seg - danska liðið hevur enn ongan heimadyst vunnið í ársins Champions League (Mynd: EHF)

Óli Mittún og GOG royna at halda millum annað HC Zagreb aftanfyri seg - danska liðið hevur enn ongan heimadyst vunnið í ársins Champions League (Mynd: EHF)

2025-11-27 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gekst væl hjá GOG og Óla Mittún í seinnu hálvu av oktober og inn í fyrstu vikuna av oktober. Í hesum tíðarsekiðnum vann felagið av Fjóni millum annað á PSG í París, har ungi føroyingurin veruliga glógvaði.

Sí eisini: Óli Mittún var vikunnar spælari í Champions League

Seinastu smáu tríggjar vikurnar hevur tó gingið minni væl hjá GOG, sum hevur tapt ein av fimm dystum - í kvøld vitjar ein evropeiskur risi í Svendborg.

Barcelona er so at siga fastur gestur í Final Four, og nú skulu Óli Mittún og teir royna seg móti Dika Mem, Emil Nielsen, Ludovic Fabregas og øðrum heimsstjørnum.

Liðið úr Katelónia liggur á 2. plássi í bólkinum. Tvey tey ovastu av teimum átta liðnum fara beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar í fremstu evropeisku kappingini. 

GOG er á 6. plássinum, sum er minsta mark fyri at røkka play-off umfarinum (1/8-finalunum). Talan er um 9. umfari av teimum 14.

Dysturin í Danmark byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð og sæst á DR2 og DR TV.

Klokkan 19.45 spæla Hákun West av Teigum og Füchse Berlin. Teir hava fult stigatal í hinum bólkinum - dysturin móti Veszprem í kvøld sæst tíverri bert á stroymingartænastum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder