
25 ára gamli sviin, Armand Duplantis, er fullkomiliga einaráðandi í stangarlopi.
Í hesum døgum verður heimsmeistarakappingin í frælsum ítróttum hildin í Tokyo í Japan. Og her eydnaðist tað honum enn einaferð at seta nýtt heimsmet.
So lætt sum einki leyp hann 6,15 metrar og tryggjaði sær heimsmeistaraheitið framman fyri Emmanouil Karalis úr Grikkaland, sum leyp 6,00 metrar.
Harvið var HM-finalan í stangarlopi avgjørd, og á leikvøllinum í Tokyo bíðaðu fólk nú spent eftir, at hann fór at biðja um at fáa tvørstongina hevjaða longur upp. Og tað gjørdi hann.
Hann átti frammanundan heimsmetið á 6,29 metrar, og tvørstongin var tí sett upp á 6,30 metrar. Í tveimum teimum fyrstu royndunum, kom hann ikki uppum uttan at tvørstongin datt niður – men í triðju royndini eydnaðist tað.
Harvið setti Armand Duplantis nýtt heimsmet fyri 14. ferð. Fyrsta heimsmetið setti hann í februar 2020, tá hann kom upp um 6,17 metrar. Síðan hevur hann 13 ferðir við jøvnum millumbilum betrað um heimsmetið við einum sentimetri.
Seinast var 12. august, tá hann leyp 6,29 metrar í Budapest í Ungarn.
25 ára gamli Armand Duplantis, er føddur og uppvaksin í Lafayette í Luisiana, USA. Pápi hansara er amerikanari av grikskari ætt, og fyrrverandi stangarleypari, meðan mamman er svensk og íðkaði eisini frælsar ítróttir sum yngri umframt kurvabólt.
Armand Duplantis hevur fyrr sagt, at dreymur hansara er at koma upp um 6,40 metrar, men tað fer at taka drúgva tíð, so leingi sum hann einans betrar um heimsmetið við einum sentimetri í senn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald