Hondbóltur

Tóki Friðriksson til íslendskan hondbólt

Hann skoraði 56 landskappingarmál fyri KÍF í fjør. Nú skal norðskálamaðurin royna seg í Stjarnuni.

Tóki Friðriksson undir HM-endaspælinum í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tóki Friðriksson undir HM-endaspælinum í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-02 12:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tóki Friðriksson úr KÍF hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við íslendska hondbóltsfelagið Stjarnan.

21 ára gamli sterki strikuspælarin frá Norðskála skoraði sambært Handballstatz.com 56 mál í 19 dystum seinasta kappingarár í KÍF og var eisini partur av føroyska U21-liðnum, sum í fjørsummar vann HM-bronsu.

Stjarnan hevur heimavøll í Garðabær, beint uttan fyri Reykjavík. Felagið í bestu íslendsku deildini.

Jóhannes Bjørgvin hevur spælt við Stjarnuni, seinastu tvey árini og heldur føroyski vongurin fram í felagnum eftir summarsteðgin.

[object Object](Mynd: IHF/Kollektiff)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder