2025-08-16 20:53

Vágs Bóltfelag hevði í vikuni eykaaðalfund, og tá varð nýggj nevnd vald.
Á aðalfundi fyrr í ár valdi stórur parti av nevndini í VB ikki at stilla uppaftur. Bogi Mortensen, sum hevur verið formaður í nógv ár, takkaði fyri seg og tað sama gjørdi kassameistarin John Henrik Holm.
Hetta skrivar Suðuroyarportalurin.
Eftir eykaaðalfundin í gjár, bleiv tað avgjørt at manna nýggju nevndina soleiðis:
Formaður: Tóki Krosslá Mortensen
Næstforkvinna: Vár Naomi Dimon
Kassameistari: Svanna Olsen
Skrivari: Rebekka Kærbech
Nevndarlimur: Jón Bjarnason
Eyka limur: Barbara Krosslá Hjelm
Eyka limur: Camilla Eið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald