Ársins útgáva av Lions Cup Suðuroy bleiv um vikuskiftið hildin á Tvøroyri.
Kappingin er ein einstaklingakapping í billard, sum síðan 2018 hevur verið hildin á Tvøroyri, í hølunum hjá Tvøroyrar Billardfelag. Serligt fyri hesa kapping er, at tað er frí tilmelding fyri allar leikarar, sum frá undanfarna kappingarári hava havt eitt miðaltal upp til 15,00.
11 leikarar høvdu meldað til kappingina, og vórðu teir býttir í tveir bólkar á ávíkavist 5 og 6. Í bólkaspælinum skuldu allir dystast móti øllum.
Víðari úr bólki 1 komu Jákup Nolsøe og Tórður Holm, og víðari úr bólki 2 komu Jan Müller og Bjarni Thomsen.
Í semifinalunum møttust Jan Müller og Tórður Holm, meðan Jákup Nolsøe og Bjarni Thomsen møttust í hinar. Her eydnaðist tað Tórði og Bjarna at spæla seg víðari til finaluna, meðan Jan og Jákup máttu dystast um triðja plássið.
Finalan millum Tórða Holm og Bjarna Thomsen bleiv longu avgjørd eftir sjey inngangir, tá ið Tórður, við góðum billardspæli, lukkaði dystin við 200 eygum móti 106.
Dysturin um triðja plássið endaði 200-96 til Jan móti Jákup eftir níggju inngangir.
Hægsta miðaltal í kappingini hevði Jan Müller við 13,61 eygum í miðal. Vinnarin, Tórður Holm, fekk 13,54 eygu í miðal. Størsta umfarð í kappingini hevði Jan Müller við 118 eygum.
Luttakarar í kappingini
Oskar Eiriksson, Havnar Billardfelag
Jan Müller, Havnar Billardfelag
Jens Christian Hansen, Havnar Billardfelag
Jákup Nolsøe, Havnar Billardfelag
Hugin Albinus, Tvøroyrar Billardfelag
Danjal Olsen, Tvøroyrar Billardfelag
Rókur Dimon, Tvøroyrar Billardfelag
Bjarni Thomsen, Tvøroyrar Billardfelag
Jan Egil Johannesen, Tvøroyrar Billardfelag
Tórður Holm, Tvøroyrar Billardfelag
Hans Kristian Hansen, Billardfelag Fuglafjarðar
Stuðul til kappingina er Lions Suðuroy. Fortsetin í Lions Suðuroy, Bent Albinus, var við til at handa steyp og medaljur.
Lions Suðuroy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald