Oyggjaleikir 2023

Torkil traðkaði seg til eitt níggjunda pláss í tíðarkoyringini

Myndir: Føroysku súkklararnir gjørdust nummar seks í liðkappingini í tíðarkoyring.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-10 14:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku súkklararnir megnaðu ikki at gera seg galdandi, tá tíðarkoyring var í súkkling á Guernsey í dag. Og tá satt skal vera satt, so høvdu teir heldur ikki roknað við tí, tí súkklingin í Føroyum hevur avbjóðingar við tilgongdini til ítróttina..

Føroyingar hava annars klárað seg væl á teimum seinastu leikunum og vunnið fleiri heiðursmerki. Ikki minst orsaka av sterka súkklaranum, Torkili Veyhe.

Kortini var spenningur undan tíðarkoyringini í dag, júst tí at júst Torkil Veyhe var við. Hann hevur annars ikki súkklað nakað av týdningi hesi seinastu trý árini síðan hann gavst sum professionellur í 2020 fyri at miðsavna seg um konu og børn og so eitt krevjandi starv sum verkfrøðingur í Danmark. Tíðarkoyringin á Guernsey í dag er tann fyrsta kappingin hjá honum síðan hann gavst.

Tað merktist eisini á mállinjuni, at fólk vóru spent um hendan Torkil, tí hann ikki var skrásettur fyri nakað serligt á teimum appum, sum súkklarar brúka. Torkil vann hesa kappingina í Jersey í 2015 og á Gotlandi í 2017 og kom inn á fimtapláss í Gibraltar í 2019.

Hann kláraði seg eisini væl í dag. Gjørdist nógv besti føroyingur, men tað røkk ikki til meira enn eitt níggjunda pláss.

Tíðin 38 minuttir og 25,27 sekund var umleið ein minutt og 50 sekund seinni enn Kevin Chant av Isle of Wight, sum vann í tíðini 36 minuttir og 34,11 sekund. Sam Culverwell, Guernsey vann silvur og John Pallot, Jersey vann bronsu.

Helgi Winther Olsen gjørdist nummar 14, Jákup Petur Eliassen nr. 32, Magni J. Hansen nr. 40 og Bergtór T. Thomsen nr. 42. 52 súkklarar luttóku.

Spenningur var leingi um hvussu fór at gangast í liðkappingini, har Føroyar fyrr hava vunnið bronsu fleiri ferðir. Men hesaferð rukku føroysku úrslitini til eitt sættapláss. Isle of Wight vann framman fyri Guernsey og Jersey.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder