Aðalfundur var týsdagin í felagnum Tórshavn Boksing. Øll nevndin uttan ein legði frá sær, og nýggj nevnd bleiv vald og skipað.
Sigast kann at fýra gamlir kenningar eru at síggja í nýggju nevndini, eitt nú teir báðir sum stovnaðu Tórshavn Boksing í 2016.
- Okkara mál er at byggja víðari og at fáa okkara fremstu boksarar uttanlands aftur at boksa. Vit hava verið burtur frá kappingum sum HSK Box Cup í Hillerød, Night of the Vikings og Tuff Nuff í Vordingborg, Hvidovre Box Cup, Sjællands mesterskabene og Danmarks mesterskabene for amatør boksere, í 2025. Hetta er alt kappingar vit fyrr hava vunnið bæði gull, silvur og bronsu í.
- Vit miða tí eftir, at fáa boksarar við til hesar kappingarnar aftur, tó kunnu vit ikki luttaka í Sjællands og DM aftur, nú vit eru komin í World Boxing, og boksa undir egnum flaggið og eru sjálvstøðug. Vit hava nógvar góðar boksi-vinarklubbar í Danmark, sum enntá hava spurt eftir Tórshavn Boksing. Eisini vilja vit menna amatørboksing til hægsta støði innan lóg og reglur hjá Boksisamband Føroya.
- Vit vilja røkka bæði børnum og ungum sum hava avbjóðingar í lívinum og at endurskapa kenda átakið “Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn”. Vit ætla at uppbyggja eitt tætt samstarv við skúlar, SSP, Kriminalforsorgina og aðrar slíkar felagsskapir. Og so vilja vit eisini royna at byggja liðini Senior boksing og Parkinson Boksing upp. So vit hava nógv at gera, men vit eru ein sterka nevnd sum hyggir frameftir. Nú koma vit sterkt aftur, sigur nýggja nevndin í Tórshavn Boksing.
Nevndin í Tórshavn Boksing er nú hendan:
Bjartur René Nielsen, formaður
Kári Annand Berg, næstformaður
Beinta Tórsdóttir Johannesen, kassameistari
Teitur Annand Berg, skrivari
Martin Meng Wojciechowski, nevndarlimur
Tiltalkslimir eru Mortan Johannesen og Andreas Dam Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald