Annað

Tórur Fløtt føroyameistari í OL skeet og Alex Johannesen í OL trap

Leivur Joensen, sum eisini vann bronsu í OL-skeet hjá teimum vaksnu, vann gull hjá unglingum.

OL skeet: Tórur Fløtt, mitt í, saman við  Pól Jóhannusi S. Jensen (til vinstru) og Leivi Joensen (til høgru)

OL skeet: Tórur Fløtt, mitt í, saman við Pól Jóhannusi S. Jensen (til vinstru) og Leivi Joensen (til høgru)

2025-09-02 08:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið hevur Skjótisamband Føroya skipað fyri FM kapping í OL skeet og OL trap.

Í OL skeet varð ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna, tí Tórur Fløtt vísti styrki frá byrjan, og megnaði at verða heili 10 dúgvur framman fyri Pól Jóhannus Smith Jensen, sum bleiv nummar tvey við 42 dúgvum í finaluni.

Unglingin og hondbóltsmálmaðurin Leivur Joensen, hevði eina góða kapping, og megnaði at vinna eitt triðja pláss, við 32 dúgvum í finaluni. Leivur megnaði eisini í kappingini, at skjóta allar 25 dúgvurnar í einum umfari.

Tríggir íðkarar luttóku í unglingakappingini, og hesa vann Leivur Joensen við 111 dúgvum. Næstur varð Mattias D. Eidesgaard við 88 dúgvum. Triðja plássið vann Eli Dam við 74 dúgvum.

Øll heiðursmerkini í FM OL skeet blivu vunnin av íðkarum úr Sunda Byrsufelag.

Í OL trap varð munandi meira spennandi, tí íðkarar skiftust um at liggja fremst.
Frá tí at fyrsta skotið bleiv latið leygardagin, til seinastu dúgvuna í finaluni, skiltu ein og tvær dúgvur fremstu íðkararnar, men tá til stykkis kom, dró Alex Johannesen úr Eysturskoti longra stráið, og vann tvær dúgvur framman fyri Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla.

Bronsuna vann Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla, og sonurin, Bartal Klettheyggj úr sama felag, vann unglingakappingina.

Vanligt er ikki at skipa fyri hesum báðum FM kappingum sama vikuskifti, men orsaka av altjóða landsliðsluttøku, fekk ein áseting í FM reglunum gildið, ið áleggur at FM skal flytast, um altjóða luttøka fellur saman við eina FM kapping. Og tað gjørdi tað so í ár.

Í ár hevur eisini verði kappast um eitt lið ferðasteyp í OL trap millum Eysturskot og Veiðifelagið Byrsumúla, hesaferð vann Byrsumúli steypið. Teir, ið umboðaðu Byrsumúla á liðinum vórðu, Esmar Joensen og Jón Jacobsen, hesir vórðu samlað tvær dúgvur framman fyri Eysturskot, ið var umboðað av Alex Johannesen og Høgna G. Jósleivsson.

Seinasta FM kappingin á hesum sinni, verður komandi vikuskifti, leygardagin 6. sept. tá FM í Nordisk Trap verður í úti á Vík í Leirvík.

Úrslit:

FM OL trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj
4. Esmar Joensen
5. Jón Jacobsen
6. Høgni G Jósleivsson
7. Bartal Klettheyggj
8. Bárður Poulsen

FM OL trap – unglingar
1. Bartal Klettheyggj

FM OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus Smith Jensen
3. Leivur Joensen
4. Jóannis Joensen
5. Jógvan Egholm
6. Herleif Hammer
7. Magni Dam
8. Mattias Eidesgaard
9. Eirikur Elisson
10. Óla Christian Debes
11. Áslakur Johannesen
12. Eli Dam

FM OL skeet – unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias Eidesgaard
3. Eli Dam

OL skeet
1. Tórur Fløtt
2. Pól Jóhannus S. Jensen
3. Leivur Joensen
OL skeet unglingar
1. Leivur Joensen
2. Mattias D. Eidesgaard
3. Eli Dam
OL trap
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Johnhard Klettheyggj
OL trap unglingar
1. Bartal Klettheyggj
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder