placeholder
Fótbóltur

Tottenham sigraði á Old Trafford

United tapti annan dystin á rað, meðan Tottenham hevur fult stigatal fyri tríggar dystir..

Málskjúttarnir hjá útiliðnum, Lucas og Kane
(Mynd: The Guardian)

Málskjúttarnir hjá útiliðnum, Lucas og Kane (Mynd: The Guardian)

2018-08-27 21:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var talan um ein undirhaldandi dyst á Old Trafford, tá Tottenham var á vitjan og gav heimaliðinum meira trupulleikar við effektiviteti.

Tað var annars Manchester United, ið setti seg á dystin beinanvegin, og skapti fleiri góðar møguleikar í 1. hálvleiki, har Romelu Lukaku burdi havt fingið minst eitt mál. Tottenham helt tó  fast, og kom betri við móti endanum av hálvleikinum. 

Í byrjanini av 2. hálvleiki sló Tottenham til tvær ferðir. Eftir fimm minuttir stútaði Harry Kane bóltin væl í longra málhorn eftir horna frá Kieran Trippier úr høgru. Tveir minuttir eftir hetta økti Lucas Moura við góðum málið, har Christian Eriksen legði væl útfrá, og so skuldi United av álvara satsta. 

Heimaliðið kom til nakrar góðar støður, men ístaðin sló Tottenham til uppá mótálop stutt fyri tíð, og økti. Tað var Lucas, ið nýtti ferðina, setti Smalling av og setti bóltin trygt framvið David De Gea.  
 
Harvið gjørdist niðurtúrin fullkomin hjá United, og nú økist trýstið á Jose Mourinho og hansara leikarar. Hinvegin hava Mauricio Pochettino og hansara menn níggju stig fyri tríggar dystir og bjóða av í oddinum. 

Manchester United  - Tottenham 0-3
0-1 50.min Harry Kane
0-2 52.min Lucas Moura
0-3 84.min Lucas Moura 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder