
Tað bleiv dramatiskur spurtur í 17. teininum á ársins Tour de France kapping.
Tí tað vóru ikki bara professionellu súkklarnarnir sum royndu seg á teininum. Ein áskoðari á súkklu hevði á ein ella annan hátt sníkt seg inn á máløkið beint áðrenn dramatiska spurtin, og royndi at súkkla um málstrikuna.
Løgreglan og vaktir gjørdu skjótt av og takklaðu áskoðaran harðliga niður og fingu hann av vegnum áðrenn súkklararnir komu spurtandi. Hetta var ein minutt ella so áðrenn súkklararnir komu á mál.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Tað var Jonathan Milan í grønu troyggjuni, sum var fyrstur á mál í spurtinum og tryggjaði sær annan sigurin í ársins Tour de France.
Slovenski Tadej Pogacar er á odda samanlagt í kappingini. Danski Jonas Vingegaard er fýra minuttir og 15 sekund aftanfyri. Tískil skal nógv henda, um Vingegaard í ár skal vinna Tour de France.
Tour de France heldur fram aftur í morgin og endar sum vant á Champs-Élysées í franska høvuðsstaðnum sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald