Hondbóltur

Triðja árið á rað at ein føroyingur skal spæla Final Four

Hákun West av Teigum spældi Champions League-finalu í fjør og skal spæla um finalupláss leygardagin seinnapartin. Elias Ellefsen á Skipagøtu var á stóra hondbóltspallinum í 2024.

Hákun West av Teigum skal annað árið á sær spæla um størsta evropeiska steypið í Köln (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum skal annað árið á sær spæla um størsta evropeiska steypið í Köln (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-12 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku hondbóltur hevur tikið stór fet seinastu árini, og tað sæst eisini aftur í størstu kappingunum fyri feløg.

Tá Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum skiftu til ávikavist THW Kiel og Füchse Berlin, kundi man væntað, at man fór at síggja føroysku landsliðsprofilarnir í nógvum Champions League-dystum.

Tað er tó framvegis stórt, at Føroyar nú trý ár á rað hava havt umboð til Final Four í størstu evropeisku kappingini fyri lið: Tá ein rúgva av hondbólteygu vórðu vend ímóti stóru Lanxess leikhøllini í Köln í fjør og fyrraárið, so kundi man síggja ávikavist Hákun og Elias.

Hjá vonginum og liðfeløgunum úr týska høvuðsstaðnum eydnaðist at vinna seg í Champions League finaluna í 2025, og har spældi Hákun West av Teigum ein frálíkan dyst. Sjey føroysk mál vóru tó ikki nóg mikið fyri Füchse, sum tapti fyri Magdeburg

Sí eisini: Hákun skein seinast hann spældi í Köln

[object Object]Hákun West av Teigum stórfegnast eftir eitt av sínum sjey finalumálum. Høgri vongurin var næstbesti málskjúttin í Champions League-finaluni í 2025 (Mynd: EPA)

Í morgin, leygardagin 13. juni klokkan 14 føroyska tíð spæla Hákun West av Teigum og Füchse Berlin hálvfinalu í Champions League Final Four. Hetta móti Magdeburg, sum var mótstøðuliðið í finaluni fjør. Dysturin sæst á Viaplay.

Í 2024 spældi Elias Ellefsen á Skipagøtu í fyrsta kappingarárið hansara hjá THW Kiel. Tað endaði við bronsu eftir hálvfinalutap móti Barcelona og síðani sigur á Magdeburg.

Síðstu tvey árini hevur Kiel spælt í European League, sum er kappingin undir Champions League. Har hevur liðið verið í Final Four, men í ár spældi Elias á Skipagøtu ikki við í avgerandi dystunum vegna skaða í økslini.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt lítið síðani EM-endaspælið. Hann man droyma um at spæla avgerandi evropeiskar dystir í felagshondbólti skjótt aftur (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)

Sí eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu í uppskoti til ársins spælara í Bundesliguni

Føroyar høvdu eisini umboð í European League Final Four hjá kvinnum í ár. Har endaðu Jana Mittún og Viborg við bronsu.

Dagført: 22.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder