Hondbóltur

Seks spælarar vóru á A-landsliðnum á fyrsta sinni - nógvar samansetingar eydnaðust

Claus Mogensen er væl nøgdur við EM-fyrireikingardystirnar í Eysturríki og serliga betringarnar í verjuspælinum millum dystirnar. Venjararnir taka EM-hópin út í næstu viku.

Tað var ógvuliga jaligt at síggja hesa framgongd, og tað eydnaðist eisini at skapa møguleikar við nógvum samansetingum, sigur Claus Mogensen millum annað við Portalin um dystirnar móti Eysturríki - týðandi partur av føroysku EM-fyrireikingunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var ógvuliga jaligt at síggja hesa framgongd, og tað eydnaðist eisini at skapa møguleikar við nógvum samansetingum, sigur Claus Mogensen millum annað við Portalin um dystirnar móti Eysturríki - týðandi partur av føroysku EM-fyrireikingunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-27 18:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit høvdu ógvuliga stóra framgongd, í mun til verjuspæli frá dysti 1 til dyst 2, har vit vóru nógv meira kompakt og ágangandi í duellspælinum. Tað var ógvuliga jaligt at síggja hesa framgongd, og tað eydnaðist eisini at skapa møguleikar við nógvum samansetingum: Vit skora 32 og 33 mál, sjálvt um nógvar nýggjar vóru við.

Hetta sigur Claus Mogensen við Portalin. Sum heild er høvuðsvenjarin hjá A-landsliðnum við kvinnum nøgdur við góðu venjingardystirnar móti "javnt sterkari EM-mótstøðu", sum Føroyar fingu í Eysturríki í síðstu viku.

Førroyar stríddu seg til fyrst til 33-33 javnleik hósdagin, eftir at hava verið aftanfyri við fimm málum, og leygardagin vóru tær føroysku greitt omaná og vunnu 32-27 á roynda endaspælsliðnum.

Video: Fimm-máls sigurin móti Eysturríki

[object Object]

[object Object]

Claus Mogensen heldur fyri, at vikan og venjingardystirnir á útivølli vóru góð staðfesting av, at Føroyar eru væl fyri og á rættari kós stutt undan EM-endaspælinum.

- Tað vóru vit ikki púra vís í áðrenn, tí vit høvdu ikki spælt landsdyst í hálvt ár undan dystunum í Eysturríki

Nógvar nýggjar - hópurin til endaspælið verður tikin út í næstu viku

Silja Geirsdóttir Eystberg, Ró Reginsdóttir, Rakul Borgarlíð Joensen, Joan Rúnadóttir Johannesen, Christina Turiðardóttir Arge og Agatha Kjærbæk Djurhuus.

Hesar seks høvdu ikki spælt nakran A-landsdyst, áðrenn tær sluppu í eldin í Eysturríki. Fríða Nolsøe Olsen hevur ikki spælt í endaspæli áður.

Samanlagt gjørdu spælararnir, har tær flestu eru blaðungar í hesum høpi, góðan mun. Tær geva venjaratoyminum okkurt at hugsa um til sjálva EM-úttøkuna.

Portalurin hevur fingið upplýst, at úttøkan verður í næstu viku - fyrst í november.

Sjálvt endaspælið byrjar 5. desember í Póllandi við dysti móti Ukraina. Pólsku vertirnir og Frakland eru hini mótstøðuliðini hjá Føroyum.

Væntast kann, at 18 spælarar eisini eru í hópinum til EM-endaspæli. 16 spælarar vóru við í Eysturríki:

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Lukka Arge og Maria Halsdóttir Weyhe luttóku í venjingunum í Føroyum í síðstu viku.

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe  sum er vongur á landsliðnum, hevur verið nakað darvað av einum skaða, og valt varð at geva H71-profilinum frí í síðstu viku.

Verjuporfilurin Lív Bentsdóttir Zachariasen breyt fingurin í september og fekk tískil ikki spælt. Alt bendir tó á, at sterki spælarin kann vera við til EM.

Tað kann Súna Krossteig Hansen tíverri ikki. Profilurin hevur verið undir skurð og skal sita uttanfyri næstu mánaðirnar

Í mun til aðrar fastar á landslinum seinastu árini, er Bjarta Johansen givin at spæla hondbólt, Elsa Egholm er givin á seriøsum stig, og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen hevur bert spælt í tveimum evropeiskum dystum hjá VÍF í ár. 

Føroyski EM-hópurin savnast í Føroyum um ein lítlan mánaða. Tveir dystir í Golden League-fyrireikingarkapping móti Noreg og Danmark, í Trondheim, eru á skránni, áðrenn leiðin gongur til Katowice 3. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder